Klivar Exhibition System®
Undir arbeiði okkara at byggja framsýningarbásar á messum, hava vit ofta fingið viðmerkingar um, at tað er í so nógv av aluminium at síggja – pelar og tvørliggjarar, og at kundarnir ynskja sær eitt snið av básum, har tað nógva aluminiumið ikki er so grefligur partur av tí man sær.
Aðrar skipanir eru á marknaðinum, t.d. við dúkum spentum upp á rammur, men tær skipaninar eru ofta framleiddar í fjarðløgdum londum og skulu tí bíleggast í góðari tíð, umframt at tær eisini eru lutfalsliga dýrar skipanir.
Av hesum fyrispurningum til okkara hava vit tí í eina tíð arbeitt við at fáa til vega eina bíliga skipan, sum gongur ynskjum kundana á møti. Og sum kann framleiðast her um okkara leiðir. Gamla skipanin byggir á rimagrind av aluminium, har 3mm HDF-plátur eru settar í pelar og tvørliggjarar, meðan henda nýggja skipanin hevur nýggjar berandi profilar í aluminium og sum eisini blíva klæddir við 3mm HDF-plátum, men soleiðis at bert 8 mm av aluminium sæst ovast og niðast. Pláturnar vera settar kant í kant og hildnar saman við 20 mm breiðum og 2 mm høgum PVC-profilum í sama liti sum pláturnar.
Úrslitið er sostatt, at veggirnir nú eru hampuliga slættir og at bert lítið sæst til annað enn veggjapláturnar.
Hesa skipanina hava vit sniðvart í øllum Europa undir heitinum Klivar Exhibition System®
Fyri at brúkararnir ikki skulu gera stórar íløgur í eina líknandi skipan, sum lutfalsliga sjáldan er í brúk og goymslu av henni, hava vit tikið avgerð um, at brúkararnir, fyri bíligan kostnað, kunnu leiga útgerðina til tiltøk, fáa tilfarið sent við fraktbili til brúkarastaðið og haðani senda tað aftur. Brúkarin sleppur frá viðlíkahaldi og kann rokna við, at framsýningartilfarið altíð er í nøktandi standi.
Kundarnir kunnu brúka egnar plátur í skipanina ella leiga pláturnar frá okkum.
Um hetta hevur tykkara áhuga, so vinarliga ring ella skriva til okkara til eitt óformelt prát.